Kom við á Ung i Norden 2024

GG! Ung i Norden 2024 er fullteknað.

Finland er nú til reiðar við innbjóðing til Ung i Norden, sum verður frá 11. – 13. oktober í Helsinki í Finlandi í ár.

Tema fyri Ung i Norden hesaferð er “Friður”, og finsku fyriskipararnir hava lagt til rættis eina skrá, har luttakararnir fara at læra, hvat “friður” í veruleikanum merkir bæði altjóða og í nærumhvørvinum, og hvussu skótar kunnu fremja friðararbeiði.

Ung i Norden er eitt av samstarvstiltøkunum undir Nordisk Spejderkomité, og Føroya Skótaráð rindar tí allan kostnað fyri luttakararnar.

Pláss er fyri fýra luttakarum úr Føroyum millum 16 og 22 ár. Hevur tú hug til eitt gott og stuttligt vikuskifti í Helsinki, so send

  • Navn
  • Føðidato
  • Teldupost
  • Bólk
  • Samskipan

til scout@scout.fo.

Fýra føroyskir skótar luttóku á Ung i Norden í Oslo í fjør, og frásøgn teirra frá túrinum kann lesast her:

Sí eisini innbjóðingina úr Finlandi niðanfyri, ella les hana á donskum á speidereinorden.org.

Powered By EmbedPress