Nordic Adventure Race 2024

Innbjóðingin til Nordic Adventure Race 2024 er nú klár, og latið er upp fyri tilmeldingum.

Nordic Adventure Race er ein norðurlendsk forðarenning, har skótar úr øllum norðurlondum koma saman at dystast við skótakynstrum og samstarvi.

Hesaferð verður Nordic Adventure Race 5. til 8. august í Danmark, og byrjað verður við Roskilde Station. Nordic Adventure Race er fyri skótar millum 13 og 17 ár.

Eisini ber til at teknað seg sum hjálparfólk, ert tú eldri enn 18.

Kostnaður er 2.000 krónur fyri hvønn luttakara umframt ferðaútreiðslur.

Meira er at lesa um Nordic Adventure Race á https://2024nordicadventurerace.com/, og tilmelding fer fram á https://2024nordicadventurerace.com/store/.

GEV GÆTUR! Tað sleppa ikki fleiri enn 100 luttakarar við á Nordic Adventure Race, og tilmeldingin virkar eftir først-til-mølle prinsippinum, so tað ræður um at skunda sær at tryggja sær pláss.