Frásøgn frá Jamboree í Korea

22. juli 2023 løgdu 53 skótar úr Føroyum leiðina móti Suðurkorea, har teir skuldu á jamboree. Flogið varð fyrst til Danmarkar, har føroysku skótarnir fóru upp í part hjá danska ferðalagnum, og 24. juli varð síðani farið víðari til Suðurkorea. 

Fyrstu dagarnir í Suðurkorea vórðu brúktir í høvuðsstaðnum Seoul, har skótarnir búðu á vallarheimi. Á skránni varð ymiskt mentanarligt, og millum annað fóru skótarnir á matskeið við kendur koreanskum kokki, sum eisini var kokkur í Netflix-røðini XO Kitty. 

Skótarnir vóru eisini í Seoul Tower og vitjaðu gamla tempulbýin í Seoul, har fleiri lándu siðbundin koreansk klæðir og gingu millum templini. Eisini var tað eitt upplivilsi fyri skótarnar at royna metroina og marknaðin í Seoul. 

28. juli varð farið víðari til tjóðarlundina Seoraksan, ið liggur í landnyrðingspartinum. Har vóru skótarnir á hike og sóu ta vøktu náttúruna, og teir sóu eisini heilt inn í Norðurkorea. 

Eisini sluppu skótarnir at svala sær í ánni og at vera strondini, umframt at teir royndu nógvan koreanskan mat. Serliga væl umtókt var koreanskt BBQ.  

Síðani varð farið víðari á jamboreeina 2. august. Skótarnir tóku lut í setanini og náddu at gera nakrar aktivitetir, men talan var um aktivitetir, ið vórðu fyrireikaðir uttan fyri leguøkið sjálvt, tí allir leguaktivitetirnir vórðu avlýstir vegna hita. 

Sigast má, at jamboreein varð nógv merkt av veðurlagnum, tí umframt at jamboreein varð avmarkað av hita, so varð neyðugt at flyta allar skótarnar burtur av leguøkinum longu 7. august orsakað av typhoon. 

Skótarnir komu tí ikki aftur á leguøkið, men máttu flytast aftur til Seoul. Føroysku skótarnir vórðu saman við donsku, norsku og australsku skótunum fluttir á gistingarhúsið Incheaon, ið framvegis var í gerð. Á hotellinum hildu skótarnir legubál saman, og annars vóru skótarnir á rundferð í Seoul. Eisini vórðu allir jamboreeluttakararnir bjóðaðir til stóra K-Pop konsert á Seoul World Cup Stadion. 

Síðani fóru skótarnir 12. august á Jeonbuk Village tour, har teir búðu í koreanskum bungalows og fingu allan møguligan góðan mat at eta millum annað bibimbap og koreanskt BBQ.

Skótarnir vitjaðu tempul, litaðu stoff við plantuliting, gjørdu og pyntaðu spegl, svumu, fiskaðu smáfiskar í einum baðibassengi, høvdu legubál og gjørdu maiskøkur. 

Eisini var ein dansibólkur og framførdi fyri skótunum. Skótarnir hava greitt frá, at teir vóru sum bornir á lógvum á Jeanbuk Village Tour. 

Farið varð aftur 14. august, har leiðin varð løgd til Keypmannahavnar, og síðani víðari til Føroya dagin eftir.