Langt um leingi var leiðaraskeið aftur á skrá hjá Føroya Skótaráð, og um vikuskiftið vóru 12 luttakarar frá øllum trimum samskipanunum á Leiðaraskeið 1 í Ungdómshúsinum Virkið á Sandi.
Tað vóru Elisabeth M. Gaard og Rósa Petersen, ið vóru skeiðsleiðarar, og saman við sær høvdu tær fleiri undirvísarar, sum millum annað undirvístu í Skótahugsjón, at taka móti nýggjum skótum og nógvum øðrum.
Leiðaraskeiðið var samansett av bæði teori og praksis, og Leiðaraskeið 1 er saman við Leiðaraskeið 2 krav fyri at sleppa á Gilwell skeið.
Ætlanin er at halda fram við Leiðaraskeiði 2 í heyst, og tað eru vit sjálvandi sera spent til.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá túrinum.