WAGGGS umboð á “virkisvitjan” í Føroyum

Um vikuskiftið vóru umboð frá WAGGGS á vitjan í Føroyum, har endamálið var at kanna føroysku skótarørsluna nærri í sambandi við umsókn okkara um sjálvstøðugan limaskap í WAGGGS.

Tað vóru tær báðar Angela Dawson (Kanada, Lead Volunteer, Membership Development Team – WAGGGS Capacity Building Team) og Nicola Lawrence (Stórabretland, Head of Governance – Senior Management Team), sum høvdu til uppgávu at hyggja eftir ymiskum viðurskiftum, og nógv var á skrá um vikuskiftið.

Framløga og viðgerð var av grundlógum og Safeguarding skjølum hjá Føroya Skótaráð, Føroya Skótasambandi og KFUK skótunum, og eisini varð hugt eftir bygnaði og mannagongdum í sambandi við alt tað, ið hevur við skótar at gera.

WAGGGS umboðini vóru á pílagrímsferð við KFUK, vitjaðu bólkar bæði í Havn og í Klaksvík, vóru í kirkju til guðstænastu á Hugsanardegnum, og eisini vóru umboðini saman við føroysku umboðunum á gátt hjá Djóna Nolsøe Joensen, Barna- og útbúgvingarmálaráðharra, har tosað varð um ungdómsarbeiði.

Sjálvandi var eisini pláss fyri práti og hugna, Angela Dawson hevði tikið tiltiknu Girl Scout Cookies við úr Kanada til okkara at royna.

Elisabeth M. Gaard, forkvinna í Føroya Skótaráð, og Marjun Johannessen, WAGGGS umboð okkara, stóðu saman við Fíu Lindenskov fyri fyrireikingunum til góða vikuskifti.

Hetta er onnur vitjanin frá WAGGGS umboðum í Føroyum á hesum sinni. Í august mánaði vóru eisini Julieta Cassanello og Pascale Vandersmissen á vitjan, sum var eitt slag av fyrireikandi átaki til hesa vitjanina.

At síggja til gekk alt, sum ætlað, og vónandi verður úrslitið av vitjanini, at umsókn okkara um sjálvstøðugan limaskap í WAGGGS verður sett á skrá til atkvøðugreiðslu á WAGGGS heimsráðstevnuni í Kambodja í Juli.