Aftur í ár verður Skótahjálpin á skrá, og aftur í ár leita vit eftir góðum verkætlanum, sum Skótahjálpin skal lata pening til.
Skótahjálpin letur pening til eina verkætlan í Føroyum og eina í útlondum. Treytin er, at verkætlanin er til frama fyri børnum og ungum.
Veitst tú um eina góða verkætlan, sum hevur til endamáls at bøta um kor hjá børnum og ungum? Send okkum ein teldupost á scout@scout.fo og greið okkum frá verkætlanini.
Vit vilja fegin vita:
- Hvat endamálið er við verkætlanini
- Hvussu hon kemur børnum og ungum til góðar
- Hvat peningurin ítøkiliga skal brúkast til
- Alt annað, ið tú heldur hava týdning
Skótahjálpin verður hildin á hvørjum ári í viku 39, tá skótar kring alt landið ganga hús úr húsi at savna pening inn til verkætlanirnar.
Seinastu árini hevur gingið sera væl at savna inn pening til Skótahjálpina, og nøkur dømi um verkætlanir frá undanfarnu árum er: Dagføring av dreingjaheimi í Addis Ababa, Hjálp til børn á Kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsinum í Havn, Animatiónsfilmur til virksemið hjá Beranum og skúlabygging í fjarskotnari bygd í Liberia.
Við tykkara hjálp kunnu vit finna røttu verkætlanirnar í ár!
Við skótakvøðu
Nevndin í Skótahjálpini


