Kundi tú hugsað tær at farið á EuroMiniJam? 

Ert tú millum 13 og 16 ár næsta summar og kundi hugsað tær at farið á eina av bestu smálandalegunum í Evropa? 

Frá 28. Juli til 3. august í 2024 verður EuroMiniJam á Gibraltar. EuroMiniJam er evropeisk skótalega fyri smálond, og næsta ár verður hon á Gibraltar, sum er í Miðjarðarhavinum. 

EuroMiniJam hevur eisini verið í Føroyum í 2018. Undan hesum var legan í Monaco í 2016, í Lichtenstein í 2013 og í Íslandi í 2010. 

Hvørt land sleppur at melda tvær patruljur á átta skótar til EuroMiniJam, og tí leita vit eftir 16 eldhugaðum føroyskum skótum – átta gentum og átta dreingjum – ið kundu hugsað sær at uppliva skótalívið í miðjarðarhitanum saman við skótum frá 16 øðrum smálondum í Evropa. 

Krav er, at skótin er millum 13 og 16 ár í døgunum, tá legan er. 

Eisini sóknast vit eftir tveimum leiðarum, tveimum leiðsluleiðarum og tveimum hjálparfólkum (IST’arum) úr Føroyum at fara við á leguna. Neyðugt er hjá øllum vaksnum luttakarum at taka eitt Safe-From-Harm skeið á netinum áðrenn fráferð. 

Endaligur prísur er ikki ásettur enn, men roknað verður við, at kostnaðurin verður um 3.500 krónur umframt ferðing úr Føroyum til Gibraltar. 

Tilmelding fer fram á leinkjuni her. Hava tit spurningar, ber til at venda sær til Føroya Skótaráð á scout@scout.fo

Tilmeldingarfreist er 10. November 2023. 

Gev gætur: Tilmeldingin á heimasíðuni er ikki at roknað sum endalig. Føroya Skótaráð tilskilar sær rætt at velja millum umsøkjararnar, um ov nógvir eru í tali, umframt at tryggja sær, at skótin hevur neyðugu førleikarnar at fara á uttanlandslegu. 

Við Skótakvøðu 

Føroya Skótaráð