Tað er framvegis eitt pláss eftir til Ung i Norden 2026!
Ung i Norden byrjar 22. oktober 2026 kl. 17 á Høvuðbanagarðin í Keypmannahavn og endar aftur 25. oktober kl. 13:30 á sama staði.
Tema fyri Ung i Norden í ár er sum sagt Sálarheilsa hjá ungum, og talan verður um eitt vikuskifti við verkstovum, íblástri og sosialum aktivitetum, ið geva tær betri innlit í, hvussu samveran í skótahøpi kann fremja betri sálarheilsu.
Ung i Norden er fyri tey, ið eru millum 16 og 22 ár, og seinastu árini hava vit í Føroym havt luttakarar við á hvørjum ári. Afturmeldingarnar hava verið sera góðar, og frásagnir frá túrunum kunnu lesast á https://scout.fo/category/nsk/ung-i-norden/.
Ung i Norden verður fyriskipað í regi av Nordisk Spejderkomité, og Føroya Skótaráð rindar tí fyri ferðing og luttøku – hetta er altso ókeypis fyri tykkum at taka lut í.
Pláss er fyri fimm luttakarum úr Føroyum, og tilmeldingarfreist er 1. aug. 2026. Tilmelding fer fram á heimasíðuni scout.fo ella við at trýsta á leinkjuna her.


