Halbjørg og David vóru á Go Global

7. – 9. november 2025 fóru vit, Halbjørg og David, til Svøríkis at luttaka á Go Global.

Go Global er eitt norðurlendskt vikuskiftisskeið fyri ung í aldrinum 18-30 ár.

Tað er eitt sera spennandi og læruríkt skeið, ið hevur til endamáls at útvega vitan og menning innan altjóða skótarørslu og skótaarbeiði.

Hettar er eitt upplagt høvi til tey, ið hava áhuga fyri altjóða arbeiði.

Ferðin byrjaði við pyjamasrutuni hjá Atlantic Airways niður til keypmannahavnar.

Har møttu vit fleiri øðrum skótum ið skuldu sama veg sum vit. Síðan fóru vit við toki til Malmö, har vit møttust við øllum hinum.

Vit skuldu bíða i fleiri tímar áðrenn næsta tokið til Höör kom, so fyriskipararnir høvdu fyrireikað eitt ‘city run’, og tað er sum ein postarenning.

Vit fingu eitt kort og eina vegleiðing, og vit gingu ígjøgnum býin og fingu ymsar uppgávur á ymiskum plássum. Og eisini skuldu vit taka eina sjálvsmynd á hvørjum pláss.

Eftir hetta fóru vit so víðari til Höör har vit skuldu vera alt vikuskiftið.

Vit búu øll í hugnaligum smáttum í skógarkendum øki.

Hvør dagur byrjaði við morgunmati í felagshúsinum, so beint til verka aftaná.

Dagarnir vóru langir, góðir og fullir av nýggjari vitan.

Vit lærdu eina rúgvu um tær ymisku samskipanirnar og teirra bygnað, og hetta vær ótrúliga spennandi og áhugavert at hoyra og síggja hvussu tey arbeiða, og hvussu tey skipa sítt arbeiðið. Fleiri líktust okkara og fleiri vóru heilt annarleiðis.

Eisini høvdu tey videosamrøður við fólki frá WOSM og WAGGGS, og har lærdu vit eina rúgvu um altjóða skótaarbeiði.

Vit hoyrdu eisini um NSK (Nordisk Spejderkomite), ið er ein samstarvsnevnd fyri skótasambondini ið teimun norðurlendsku londunum.

Sjálvt um dagarnir vóru fullir av skeiðsvirksemi frá morgni til myrkurs, var eisini pláss fyri hugna, og eitt nú høvdu vit ‘international evening’, sum er eitt kvøld, har sum øll vísa sína mentan fram við mati, spølum, sangi og søgum.

Vit høvdu okkara merkið við sum vit hongdu upp og eitt føroya kort, og so bjóðaðu vit turran fisk, bróstsukur og annað, ið er vanligt her í Føroyum. Vit høvdu eisini okkurt spæl við. Seinni út á kvøldið fóru vit uppá gólv og kvøddu eini 2-3 styttri kvæði, og tað dámdu teimum væl og tey vóru sera hugtikin av hesum.

Eisini høvdu vit legubál og har skuldu vit gera okkara egna mat, vit gjørdu eplapannukøkur og beykon sum vit steiktu á bálið.

Og morgunin eftir fóru vit heimaftur.

Alt í alt eitt deiligt, spennandi og ikki minst læruríkt vikuskifti. Eg vil viðmæla øllum ið hava áhuga og møguleika at luttaka at fara.

Lærdómur er lættur at bera .