Føroyskir gentuskótar fáa nú møguleikan at luttaka á ungdómstinginum hjá Sameindu tjóðum, UN Youth Townhall, sum hesaferð verður í Heidelberg í Týsklandi frá 8. 11. Desember.
Tiltakið savnar ung folk at viðgera evni, ið hevur ávirkan á ung, millum annað veðurlagsátøk, friðartilgongdir, tøkni, útbúgving, mannarættindi og íverksetan. Høvuðsmálini hjá tiltakinum er at:
- Styrkja inclusion og fjølbroytni
- Minka um sundurbýting millum ung
- Skapa eina felags leið fyri framtíðina
Tað er gjøgnum nýggja limaskapin í WAGGGS, at føroyskir gentuskótar nú fáa møguleikan at luttaka á UN Youth Townhall. WAGGGS skipar ikki fyri tiltakinum – tað ger ST – men WAGGGS er biðið um at leggja møguleikan út til limir sínar.
Hevur hetta tín áhuga? Vinarliga set teg í samband við altjóða umboð okkara fyri WAGGGS, Marjun Johannessen, á ic.wagggs@scout.fo.


